- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu stýra leikferðini til okkara fyrimun

Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum spælir í kvøld sín triðja HM-undankappingardyst. Hesa ferð vitjar Eysturríki í høllini á Hálsi í Havn.
Talan verður um trupla uppgáva hjá Føroyum, men tað verður avgerandi at stýra leikferðini og skerja persónligu villurnar mest møguligt.
Tað sigur ein av royndastu spælarunum í føroyska hópinum, Turið Arge Samuelsen.
- Vit hava sjálvandi brúkt orku upp á at hugt at, hvat Eysturrík ger, sum sjálvandi er viðkomandi, men um vit ikki megna at greiða okkara egnu uppgávu, verður tað sjálvandi trupult, sigur Turið Arge Samuelsen.
- Tað snýr seg um at hava disiplin og onkursvegna stýra dystinum til okkara fyrimun. Tað vil siga stýra leikferðini, skerja um teknisku villurnar og tílíkt.
Danmark-dysturin er gloymdur
Í oktober spældu føroysku kvinnurnar á heimavølli ímóti Danmark, og tá vórðu tær smurdar av.
Vinstri vongurin sigur, at tann dysturin ikki skal brúkast sum útgangsstøði.
- Eg haldi ikki, at vit taka útgangsstøði í tí dystinum og kenna, at vit hava nakað at prógva út frá tí dystinum, sigur hon og vísir á, at Danmark telist millum allarbestu landslið í heiminum.
- Vit brúka okkara orku upp á at spæla væl í hesum dystinum, og tað er ikki útfrá tí, at vit ikki stóðu okkum væl ímóti Danmark, sigur Turið Arge Samuelsen.
Hon viðgongur, at Eysturríki - eins og hini bæði liðini í bólkinum, Danmark og Rumenia - er eitt gott lið, og tí kann eitt gott avrik saktans enda við ósigri.
- Men vit fara á vøllin fyri at útinna tað, sum vit hava avtala, og gera vit tað, so skuldi tað á pappírinum rokkið til at fingið stig.
Tak niður












