Ukrainsk flóttafólk: Takk Føroyar

bannari
07.03.2022 - 12:46
Innlendis
Ukrainsk flóttafólk: Takk Føroyar
65 ára gamla Nadja Shvets og 70 ára gamli Alexander Shvets noyddust at flýggja úr býnum Kirovagrad í Ukraina til dóttrina og familju hennara í Rituvík
Ein kensluborin løta við markið millum Ukraina og Pólland, tá Nadja og Maria Shvets, móður og dóttir, kundu hálsfevnast
Mynd: Gestur Lómstein  

"Takk Føroyar," vóru orðini frá 65 ára gomlu Nadja Shvets, tá hon kom um markið til Póllands saman við manninum, 70 ára gamla Alexander Shvets. 

Fyri teimum stóð dótturin Maria Shvets Olsen og maður hennara, Ken Olsen, sum vóru klár at taka tey bæði við sær til Føroya og Rituvíkar. 

Og seinnapartin lenda tey øll í Vágum. 

Harvið verða Nadja og Alexandur fyrstu ukranisku flóttafólkini, sum koma til Føroya. 

Nadja Shvets, Maria Shvets Olsen, Ken Olsen og Alexander Shvets klokkan fimm sunnumorgunin við markið millum Ukraina og Pólland. 

 

Strævin ferð

Nadja Shevets og maðurin, Alexander Shvets, høvdu havt eina strævna ferð, sum byrjaði í Kirovagrad mitt í Ukraina fríggjadagin.

Tey vita ikki nær ella um tey síggja heimið í Ukraina aftur.

Hoyr reportasjuna, ið John Johannesen, journalistur, og Gestur Lómstein, miðlatøkningur, hava sent heim frá markinum millum Ukraina og Pólland. 

John Johannesen og Gestur Lómstein

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815