Trý ár síðani russisku innrásina í Ukraina

Trý ár síðani russisku innrásina í Ukraina
Útlendskir heimsleiðarar eru í ukrainska høvuðsstaðnum í dag
Fleiri heimsleiðarar eru komnir til Kyiv, í sambandi við at trý ár eru liðin, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. Her eru leiðararnir avmyndaðir saman við Zelenskyj, forseta.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
24.02.2025 - 13:18

Fyri trimum árum síðani gjørdi russiski herurin innrás í Ukraina, og kríggj brast aftur á í Evropa.

Í 2014 hertók Russland Krim-hálvoynna, og stutt eftir eisini landspartarnar Donetsk og Luhansk.

Árini eftir vóru merkt av ófriði millum Ukraina og Russland. Kortini var ikki væntað, at russiski herurin beinleiðis fór at gera innrás í Ukraina tann 24. februar 2022. 

Ætlanin var at hertaka alt landið, men av tí at Ukraina gjørdi mótstøðu, eydnaðist hetta ikki, og í dag hevur kríggið vart í trý ár.

 

Nógvan stuðul úr vesturheiminum 

Ukraina hevur fingið umfatandi stuðul frá vesturheiminum í stríðnum, og millum størstu stuðlarnar eru Evropa og USA, ið hava fíggjað meginpartin av hermegini, umframt at veita fíggjarliga og humanitera hjálp.

Í síðstu viku vóru friðarsamráðingar millum USA og Russland í Saudiarbia um friðaravtalu og vápnahvíld, men ukrainar vóru ikki við. Zelenskyj, forseti, hevur sagt, at eingin friðaravtala verður góðtikin uttan at Ukraina er við.

Í dag hittast fleiri ríkisleiðarar í Kyiv, í sambandi við at trý eru liðin, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. Teirra millum er Metta Frederiksen, ið umboðar Danmark. 

Í hesum sambandi hevur Danmark júst latið tvær milliardir kr. til styrkja hermegina hjá Ukraina.  

 

Hans Andrias Sølvará.

 

Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Hans Andrias Sølvará, professara, ið var gestur í útvarpsstovuni:

 

24042025_Hans_Andrias

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713