Latið dyrnar upp á víðan vegg fyri flóttafólki

bannari
09.03.2022 - 14:50
Útheimurin
Latið dyrnar upp á víðan vegg fyri flóttafólki
Zoryana Kuzhdeba, sum er ukrainsk, men býr í Póllandi, hevur latið dyrnar upp á víðan vegg fyri flóttafólkum úr heimlandinum, sum enn streyma um markið
Zoryana Kuzhdeba, sum er ukrainsk, men býr í Pólandi, hevur latið dyrnar upp á víðan vegg fyri flóttafólkum úr heimlandinum
Mynd: Gestur Lómstein  

Loftverjusirenurnar ljóðaðu aftur í morgun í ukrainsku býunum Kyiv, Zhytomyr, Chernihiv og Vasylkiv.

Tað skrivar ukrainska tíðindastovan, Ukrinform.

BuzzFedd korrespondendurin, Christopher Miller, skrivar á Twitter í morgun, at harðar spreinginar hoyrast í Kyiv og í økinum kring høvuðsstaðin í morgun.

Spreinginarnar vóru áhaldandi í tríggjar minuttir. 

Bretska verjumálaráðið skrivar í morgun, at samanbrestirnir halda fram í útnyrðing úr Kyiv, men at russisku deildirnar hava ikki gjørt tíðandi framstig.

 

Dyrnar upp á víðan vegg

Zoryana Kuzhdeba, ið er ukrainsk, men býr í pólska býnum Rzeszów við ukrainska markið, hevur latið dyrnar upp á víðan vegg fyri flóttafólki, sum koma í stríðum streymi úr Ukraina. 

Tá Zoryana hevði flest flóttafólk búgvandi, vóru tey 21. 

Tá KVF-manningin vitjaði í dag, vóru 10 flóttafólk hjá Zoryanu.

 

Galina Koval og dótturin eru úr býinum Ternopil høvdu fingið tak yvir høvdið hjá Zoryana, meðan tær bíða eftir at sleppa víðari til Spania, har tær hava familju. 

John Johannessen, journalistur, greiddi frá, at fólk høvdu havt eina strævna og ekkafulla ferð úr Ukraina, og felags fyri tey var, at eyguni vóru tóm og nervarnir sótu uttaná. 

John Johannessen, journalistur, og Zoryana Kuzhdeba, sum býr í pólska býnum Rzeszów. 

 

Amnesty kannar krígsbrotsverk

Eitt russisk loftsálop, sum at síggja til drap 47 sivil fólk, meðan tey stóðu í kø at fáa breyð í ukrainska býnum Chernihiv hósdagin, skal kannast sum eitt krígsbrotsverk.

Tað er Amnesty International komið fram til í einari kanning.

Tað var um klokkan 12:15 3. mars, at fleiri bumbur - minst átta - raktu eitt torg í Chernihiv, sum Amnesty heldur er eitt krígsbrotsverk, og Amnesty heitir á altjóða dómstólin at eisini kanna hetta álopið sum krígsbrotsverk.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189