Farstøðin má dvína fyri Tjóðleikhúsinum

18.03.2022 - 13:11
InnlendisPolitikkur
Farstøðin má dvína fyri Tjóðleikhúsinum
Eingin ætlan er tó gjørd um, hvar Smyril skal hava atløgupláss
Sambært broyttu heildarætlanini, skal Tjóðleikhúsið byggjast, har farstøðin er.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tjóðleikhúsið skal byggjast, har farstøðin á Eystaru bryggju í Havn er.

Tað hevur Tórshavnar býráð samtykti í nýggjari heildarætlan fyri eystara havnarøki.

Sí heildarætlanina

Tjóðleikhúsið hevur ferðast víða.

Fyrst av Skálatrøð á Bursatanga, sum fleiri arkitektasamtøk høvdu víst á, og nú av Bursatanga og eitt sindur longri út, har farstøðin í løtuni er.

Eingin ætlan er tó gjørd um, hvar Smyril skal hava atløgupláss.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687