Nýggjur strandferðslufloti skal vera endurgjald til vinnuna

Nýggjur strandferðslufloti skal vera endurgjald til vinnuna
Stjórarnir á KSS og MEST eru ójavnir á máli um ætlanirnar hjá landsstýrinum
SAM liggur fyrst fyri verða skift út, nú strandferðsluflotin skal endurnýggjast. (Savnsmynd)
 
22.12.2023 - 13:51

Stjórarnir á Klaksvíkar sleipistøð og MEST eru ójavnir á máli um ætlanirnar hjá landstýrinum, at endurnýggjaði strandferðsluflotin skal vera eitt endurgjald til føroysku vinnuna, sum hevur mist, síðani havnarstongsil var settur í verk móti russiskum skipum fyrr í ár.

Landsstýrið ætlar, at fýra ella fimm nýggj strandferðsluskip skulu smíðast í Føroyum næstu árini.

 

Frimodt Rasmussen er stjóri á Klaksvíkar sleipistøð. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Mouritz Mohr er stjóri á MEST. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, heldur ikki, at hetta kann koma í staðin fyri virksemið, sum russisku skipini góvu.

Mouritz Mohr, stjóri í MEST, heldur harafturímóti, at ætlanirnar hjá landsstýrinum eru skilagóðar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22122023_Endurgjald_til_vinnu

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083