Framsókn: Heldur CO2-skatt enn avgjøld og stuðulsskipanir

29.03.2022 - 13:28
InnlendisPolitikkur
Framsókn: Heldur CO2-skatt enn avgjøld og stuðulsskipanir
Ein skattaskipan er góð, men tørvur verður framvegis á stuðulsskipanum, heldur Tjóðveldi
Hervør Pálsdóttir, Christian Andreasen og Ruth Vang vóru í Breddanum fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Eina Co2 skattaskipan heldur enn avgjøld og stuðulsskipanir.

Tað heldur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, er rætti vegurin fram, fyri eggja fólki at fáa sær grønar orkuloysnir.

Allir flokkar á tingi, uttan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, hava lagt fram uppskot til samtyktar um veðurlagspolitikk.

Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, er eisini sinnaður at hyggja nærri at einum leisti við CO2-skatti.

Ein CO2-skattaskipan kann vera góð, men tørvur verður framvegis á stuðulsskipanum, heldur Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi.

Ruth Vang, Christian Andreasen og Hervør Pálsdóttir vóru í Breddanum fyrrapartin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776