Størri útgjald, men styttri barsilstíð

29.03.2022 - 13:36
InnlendisPolitikkur
Størri útgjald, men styttri barsilstíð
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at útgjaldíð úr Barsilsskipanini eigur at verða hækkað
Niels Winther er stjóri í Vinnuhúsinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Hámarkið fyri útgjaldi úr Barsilsskipanini eigur at hækka.

Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Hámarkið lækkaði í 2004 niður í 25.000 kr., og er nú, 18 ár seinni,  framvegis 25.000 kr., umframt eftirløn.

Síðani 2004 eru lønirnar í Føroyum tó hækkaðar munandi.

Sambært Føroya Arbeiðsgevarafelag, kann eitt størri útgjald úr Barsilsgrunninum fíggjast við at stytta tíðina við útgjaldi úr barsilsskipanini. Tað vil siga, at farloyvið hjá foreldrunum verður stytt.

Hoyr samrøðu við Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949