Vørn hevur brúk fyri fleiri eftirlitsfólkum

29.03.2022 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Vørn hevur brúk fyri fleiri eftirlitsfólkum
Stovnurin hevur fingið trý eftirlitsfólk aftrat, men tað er ikki nóg mikið
Hóast Vørn hevur fingið trý eftirlitsfólk á landi afturat, so tey nú eru fýra, er brúk fyri fleiri eftirlitsfólkum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Vørn hevur tørv á minst fýra eftirlitsfólkum aftrat, fyri at hava nøktandi eftirlit við fiskiskapinum og tí, sum kemur upp á land í Føroyum.

Tað sigur stjórin í Vørn, Óli Hans Olsen.

Viðmerkingarnar frá Vørn standa í frágreiðingini um lógina um sjófeingi, sum Árni Skaale, landsstýrismaður, legði fyri løgtingiðí farnu viku.

Meira enn 852.000 tons av fiski vóru handfarin við bryggju í Føroyum í fjør, og vit megna ikki at halda ásetingarnar, sum vit hava bundið okkum til.

 

Brúk fyri fleiri

Føroyar hava í avtalu við Noreg og ES frá 2020 um eftirlit við uppsjóvarfiskastovnum bundið seg til at hava fult eftirlit við fimm prosentum av landingunum og 7,5 prosentum av nøgdini, tá uppsjóvarfiskur verður landaður í Føroyum.

Fult eftirlit merkir, at eftirlitsfólk skulu vera hjástødd alla tíðina, meðan landað verður.

Hóast trý eftirlitsfólk á landi eru komin afturat, so tey nú eru fýra, er brúk fyri fleiri eftirlitsfólkum, sigur Óli Hans Olsen, stjóri á Vørn:

Hoyr samrøðu við stjórin í Vørn í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655