Krabbamein krevur flest mannalív í Føroyum

08.04.2022 - 13:10
InnlendisHeilsa
Krabbamein krevur flest mannalív í Føroyum
Nú skal gongdin broytast, og landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur fingið frágreiðing við 69 átøkum
Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum og verkætlanarleiðari, handaði fyrrapartin Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, nýggju krabbameinsætlanina.
Mynd: Heilsumálaráðið  

Kaj Leo Holm Johannesen fekk fyrrapartin handað nýggju krabbameinsætlanina fyri Føroyar.

Við 69 punktum er málið nú at broyta gongdina og m.a. fáa betri hagtalsgrundarlag fyri krabbamein, styrkja um fyribyrgingina og raðfesta meira screening av føroyingum.

Krabbamein er tann sjúkan, sum krevur flest mannalív í Føroyum, og soleiðis hevur støðan verið síðani 2017, tá krabbasjúkan fór fram um hjarta- og æðrasjúkur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Krabbameinsætlanin kann lesast her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558