Breddin: Stormskaðar og støðan í Ukraina

Breddin: Stormskaðar og støðan í Ukraina
Tvey evni eru í Breddanum í dag
Hvør skal rinda rokningina fyri stormskaðar? Tann spurningurin verður umrøddur í Breddanum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.02.2022 - 09:09

Fleiri stormar, ógvuslig áarføri og munandi meira avfall hava seinnu árini ført til fleiri stormskaðar kring landið.

Bara í Húsavíkar kommunu eru tríggir stormskaðar skrásettir seinastu fimm árini, og Landsverk hevur eisini avbjóðingar við broytta veðrinum.

Tá veðurlagsbroytingar gera alsamt fleiri skaðar á brimgarðar, vegir og infrakervi, er spurningurin, hvør skal hava rokningina, tá stormskaðarnir skulu umvælast. 

Tann spurningin viðgera vit saman við Erhardi Joensen, formanni í fíggjarnevndini, og Bjørt Samuelsen, tingkvinnu. 

Og síðst í sendingini seta vit saman við serfrøðingi í russiskum trygdarviðurskiftum sjóneykuna á spentu støðuna í Ukraina.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809