Ódámligt at stjala hummarar

12.04.2022 - 14:32
InnlendisVinna
Ódámligt at stjala hummarar
Fleiri hummarafiskarar hava illgruna um, at onkur stjelur úr teirra hummararúsum, og teir sosatt hava mist virði fyri túsundtals krónur
Onkur dregur rúsurnar hjá hummarafiskarum og stjelur hummaran
Mynd: savnsmynd  

- Hetta er sera ódámligt.

Tað sigur næstformaðurin í Hummarafelagnum, Christian Christiansen, sum er ein av fleiri hummarafiskarum, sum hevur illgruna um, at onkur stjelur úr teirra hummararúsum.

Seinastu tíðina hevur onkur gjørt seg inn á hummararúsurnar hjá honum og øðrum vinnuligum hummarafiskarum.

Hjá í minsta lagi trimum hummarafiskarum eru rúsur drignar, tømdar og síðan settar aftur.

Hummarar, Hummara

Frítekst tagging: 

Ymiskt hvussu leingi strekkini standa

Christian Christiansen hevur tilsamans 21 strekkir, sum standa frá Flesjunum norður til Hósvíkar.

Tað er ymiskt, hvussu leingi hummarafiskararnir lata strekkini standa.

Hjá Christiani Christiansen plaga tey at standa úr tíggju upp í 14 dagar.

Hummari

Frítekst tagging: 

Tá hann fór at draga tað eina strekkið, fyri tveimum vikum síðan, varnaðist hann, at okkurt var á vási.

Tað var ikki, fyrr enn hann kom í prát við annan hummarafiskara, at illgrunin um stuldur varð staðfestur:

Onkur stjelur hummarar úr rúsunum.
 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257