- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kreppuárini miklu

Fleiri føroyskar kvinnur gjørdu vart við seg á føroyska bókmentapallinum í 1930-árunum, og ein teirra var Oyggjargentan, ið var dulnevnd, og sum í 1935 lat úr hondum eina sera atfinningarsama yrking móti hjúnarlagnum.
Fyrsta føroyska kvinnan, sum fekk sínar savnaðu tekstir givnar út, enntá meðan hon livdi, var Johanna Maria Skylv Hansen, sum livdi frá 1877 til 1973.
Ein onnur kvinna, ið eisini ger vart við seg, er Andrea Reinert, Andrea í Norðradali, sum livdi frá 1894 til 1941. Hon lærdi at seyma í Havn, og fór síðani til Danmarkar at læra til sjúkrasystur. Og hon var ein modernað kvinna, har ið tað erotiska eisini fekk innivist í skaldskapinum.
Helena Nolsøe, ið varð kallað Lena á Mýruni, og sum varð fødd 14. apríl 1875 og doyði 15. desember 1965, var virkin í tvørpolitiska mótstøðufelagsskapinum "Frit Danmark", ið varð stovnaður í 1942. Helena Nolsøe var ein ágrýtin kvinna og var eitt nú arbeiðskona hjá Mariu Skylv Hansen úti á Borðuni. Og kanska er tað frá Mariu Skylv at íblásturin er komin til at skriva siðsøguligt.
Í 1937 tekur Andrea Árting, sum livdi frá 1891 til 1988, við sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Og Andrea Árting er eisini ein skrivandi kvinna, sum bæði skrivar greinir og eisini nakrar fáar yrkingar í 1930-árunum.
Seks nýggjar skaldsøgur
Hóast 1930-árini - og eisini í Føroyum, vóru merkt av djúpari kreppu, komu heilar seks skaldsøgur út í 1930-árunum, nevniliga "Lognbrá" eftir Heðin Brú í 1930; "Blæsende gry" eftir Williami Heinesen í 1934; "Fastatøkur" eftir Heðin Brú í 1935; "Noatun" eftir Williami Heinesen í 1938; "Barbara" eftir Jørgen-Frantz Jacobsen í 1939; og "Feðgar á ferð", sum hevði staðið í tíðarritinum Varðin sum framhaldssøga frá 1936 til 1938, kom út sum skaldsøga í 1940.
Hans Andrias Djurhuus var ómetaliga virkin. Eitt nú varð hann stjóri í Sjónleikarhúsinum beinanvegin tað lat upp í 1926 og hann gjørdist formaður í Havnar Sjónleikarfelag í 1930 - og hann røkti báðar sessirnar til hann doyði í 1951. Og hann skrivaði eisini nógvar leikir av alskyns slagi í 1930-árunum, meðan Janus Djurhuus, umframt at yrkja, umsetti fleiri stór verk.
Frá 1930 til 1934 var Mikkjal á Ryggi, sum var ein sera fjølbroyttur listamaður, eisini í stjórnini hjá Føroya Lærarafelag, har ið hann var rættuliga eldhugaður. Eitt nú skipaði Føroya Lærarafelag fyri fleiri summarskeiðum fyri lærarar.
Hetta eru millum evnini, ið verða viðgjørd í hesari sendingini, ið tú kanst hoyra her.

Kreppuárini miklu
Kreppuárini miklu er stuttrøð í seks pørtum, sum viðger 1930-árini í bæði útlendskum og føroyskum høpi. Politiska støðan, tónleikur, list og bókmentir í tíðarskeiðnum eru millum evnini, ið verða lýst.
Gunnar Nolsøe leggur til rættis.
