Liðug við kanningararbeiði í Føroyum

18.04.2022 - 18:25
Innlendis
Liðug við kanningararbeiði í Føroyum
Umboðini frá donsku havarínevndini, sum hava kannað, hví trolarin, Eysturbúgvin, sakk, eftir ein samanstoyt við Vesturbúgvan, eru nú liðug við sítt arbeiði í Føroyum
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Eysturbúgvin

Umboðini fóru av aftur landinum í dag.

Roknað verður við, at eitt úrslit er greitt, tá ið vit nærkast summarfrítíðini, sigur stjórin í Skipaeftirlitinum, Hans Johannes á Brúgv.

Eftir at Eysturbúgvin varð sokkin, fór sjóverjuskipið, Tjaldrið at leita eftir vraklutum av skipinum.

Teir funnu ymiskt, m.a. teir báðar bjargingarbátarnar, sum vóru umborð á Eysturbúgvanum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844