Fólkaheilsuráðið: Tollfría sølan av rúsdrekka skal steðga

22.04.2022 - 10:21
InnlendisHeilsa
Fólkaheilsuráðið: Tollfría sølan av rúsdrekka skal steðga
Nýggju rúsdrekkatilmælini hjá Fólkaheilsuráðnum mæla millum annað til at steðga tollfríu søluni av rúsdrekka á flogvøllinum og umborð á Norrønu, sigur Magni Mohr, formaður
Nýggju rúsdrekkatilmælini fevna millum annað um, at tollfría sølan av rúsdrekka skal halda uppat
Mynd: Fólkaheilsuráðið  

Fólkaheilsuráðið broytir rúsdrekkatilmælini, nú nýggj gransking vísir, at rúsdrekka kann skaða í minni nøgdum enn fyrr mett, umframt at kynsmunirnir ikki eru so stórir, tá ið talan er um hóvliga rúsdrekkanýtslu.

 

Nýggju tilmælini hjá Fólkaheilsuráðnum eru:

Aðaltilmæli er:

Drekk minst møguligt, tí at eingin alkoholnýtsla er heilt vandaleys fyri heilsuna.

Undirtilmælini eru:

Børn og ung yngri enn 18 ár eiga ikki at drekka alkohol yvirhøvur.

Kvinnur, sum eru við barn, ella royna at gerast við barn eiga ikki at drekka alkohol yvirhøvur.

Kvinnur, sum geva bróst eiga at nýta alkohol varliga.

Um valt verður at drekka rúsdrekka, so verður mælt vaksnum (eldri enn 18 ár) til at drekka eftir 10-4 regluni. Tvs. at mælt verður bæði monnum og kvinnum til ikki at drekka fleiri enn 10 alkoholeindir um vikuna og ikki fleiri enn fýra eindir sama dag.

Kanningar vísa, at váðin fyri deyðiligari sjúku av rúsdrekkaávum er lágur fyri bæði kyn, um drukkið verður minni enn 10 eindir um vikuna. Um drukkið verður meira enn 10 eindir eru kvinnur í størri vanda enn menninir.

Ítøkilig tilmæli:

  • At rúsdrekkasølan verður framtíðartryggjað
  • At alkohol(rúsdrekka) verður skattað eftir alkoholinnihaldinum (vol%)
  • At tollfría sølan av alkoholi(rúsdrekka) við landamørkini verður steðgað
  • At eftirlitið við rúsdrekkalógini verður styrkt (t.d. at tey <18 ár ikki selja ella servera rúsdrekka í matstovuvinnuni)
  • At fyribyrgjandi arbeiði í skúlunum verður styrkt og samskipað betur – herundir kunning til foreldur, um ikki at keypa alkohol(rúsdrekka) til børn
  • At arbeitt verður fyribyrgjandi í frítíðarfelagsskapum
  • At sálarheilsan verður styrkt, serliga hjá ungum borgarum
  • At arbeitt verður meira samskipandi fyri at fleiri borgarar gerast partar av sosialt sunnum felagsskapum
  • At tryggjað verður, at allir borgarar (serstakliga børn og ung) fáa javnbjóðis møguleika at taka lut í sunnum sosialum felagsskapum innan ítrótt, tónleik, list, handverk, náttúru- og andaligt lív.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713