Føroyingar halda seg hava góða heilsu

Føroyingar halda seg hava góða heilsu
93 prosent meta heilsuna vera avbera góða, stak góða ella góða, vísir kanning hjá Fólkaheilsuráðnum.
6.000 tilvildarliga vald fólk vórðu spurd í kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum. Helvtin svaraði
 
23.11.2020 - 08:45

Føroyingar halda seg hava góða heilsu, og fleiri í Føroyum enn í Danmark halda seg hava góða heilsu.

Tó eru nógv ung, sum stríðast við ringa sálarliga heilsu, sigur Fólkaheilsuráðið.

Fíggjarstøðan tyngir tey ungu, tey hava ilt við at sova og brúka pínustillandi og nervastillandi heiligvág. 

Fólkaheilsuráðið mælir til, at myndugleikarnir gera eina breiða og burðardygga fyribyrgingarætlan, har høvuðsdentur verður lagdur á at styrkja sálarligu og sosialu heilsuna hjá ungum. 

Brúk er fyri batum, tá ræður um vekt, rørslu og royking, sigur Fólkaheilsuráðið.

Helvtin svaraði

Í fjør gjørdi Fólkaheilsuráðið eina stóra fólkaheilsukanning. 6.000 tilvildarliga vald fólk vórðu spurd, helvtin svaraði.

Fyrstu niðurstøðurnar vísa, at føroyingar sum heild meta seg hava góða heilsu, og føroyingar meta seg í størri mun hava góða heilsu, enn til dømis danir gera. 

93 prosent av føroyingum meta heilsuna vera avbera góða, stak góða ella góða. Hjá dønum er talið 83 prosent. 

Fleiri kvinnur enn menn meta heilsustøðuna vera góða.

Tey flestu, sum siga seg hava góða heilsu, eru fólk, sum eru millum 45 og 54 ár.

Tíggju prosent av teimum ungu millum 18 og 24 ár siga seg hava minni góða ella vánaliga heilsu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397