Krevja skerda ríkisveiting í nýggjum samgongusamstarvi

28.04.2022 - 11:29
Innlendis›Politikkur
Krevja skerda ríkisveiting í nýggjum samgongusamstarvi
Blokkstuðulin úr Danmark fer væntandi at seta dám á valstríðið upp undir næsta løgtingsval
Formaðurin í Tjóðveldi og forkvinnan í Framsókn vilja hava ríkisveitingina skerda.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tjóðveldi og Framsókn fara at seta sum treyt fyri nýggjum samgongusamstarvi, at ríkisveitingin úr Danmark verður skerd.

Tað siga Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.

Í 2015 fastfrystu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ríkisveitingina.

Hon er nú 641,8 milliónir krónur.

Men skal ríkisveitingin skerjast, skal avlop vera fíggjarlógini, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, fíggjarlógin skal hava avlop, áðrenn talan verður um at skerja ríkisveitingina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025