- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar á brúnni á grønlendskum havrannsóknarskipi
09.05.2022 - 09:35
Innlendis
Føroyingar á brúnni á grønlendskum havrannsóknarskipi
Allir yvirmenninir á nýggja skipinum eru føroyingar

Rúni Niclasen er annar av skiparunum á Tarajoq.
Mynd: Vónin
Stórt hátíðarhald var í Grønlandi leygardagin, tá ið nýggja havrannsóknarskipið í Grønlandi, Tarajoq, varð doypt og latið eigarunum.
Annar av skipararnum er Rúni Niclasen úr Klaksvík.
Til hátíðarhaldið stóð manningin øll í grønlendskum anorakkum.
Nógv fólk var á bryggjuni, og nógv fólk komu eisini umborð at síggja stásiliga skipið.
Skipið er størri enn føroyska havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, og í nøkrum førum eisini betur útgjørt.
Skipið er bygt í Spania, men ein partur er eisini gjørdur í Føroyum.
Hoyr innslag útvarpstíðindunum.
Myndir frá móttøkuni í Nuuk leygardagin:
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














