Bjóða restina av verkætlanini út í summar

12.05.2022 - 13:27
InnlendisSamfelag
Bjóða restina av verkætlanini út í summar
Nú verður farið undir innkomuvegin til Havnar
Nýggi innkomuvegurin til Havnar verður mettur at kosta 288 milliónir kr.

Í næstu viku fer byggifelagið Articon undir at gera nýggja innkomuvegin til Havnar. Fyrst skal arbeiðsvegur gerast, og í juli verður restin av verkætlanini boðin út.

Verkætlanin er tilsamans mett at kosta 288 milliónir krónur.

Avtala er gjørd millum Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu, um at landið letur kommununi 110 milliónir til verkætlanina, og kommuna rindar restina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Tróndur Sigurðsson er formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817