
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjóða tyrlusimulatorskeið í Føroyum um tvey ár

Í 2024 fer Atlantsflog at bjóða bæði egnum tyrluskiparum og útlendingum simulatorskeið í Vágum.
Fyrrapartin var avtala gjørd millum Atlantsflog og fronsku verksmiðjuna, Thales, um at gera simulatorin.
Hetta verður ein storur fyrimunur fyri tyrlutænastuna, sigur Hans Erik Jacobsen, leiðari á tyrlutænastuni hjá Atlantsflogi.
Íløgan er 100 milliónir kr., men hon loysir seg, sigur nevndarformaðurin í Atlantsflogi, Niels Mortensen.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Franska fyritøkan, Thales, skal gera simulatorin til Atlantsflog. ( Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Niels Mortensen, nevndarformaður, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)