Nýtt fongsul í Føroyum: Forsætisráðharrin fer uttan um langtíðarsemju

08.06.2022 - 13:05
Innlendis›Politikkur
Nýtt fongsul í Føroyum: Forsætisráðharrin fer uttan um langtíðarsemju
Danskur politikari undrast á, at Mette Frederiksen nú brádliga lovar føroyingum fongsul
Britt Bager er fólkatingskvinna fyri Konservativa fólkaflokkin

Tað ber ikki til, at forsætisráðharrin lovar at byggja nýtt fongsul í Føroyum uttan um flokkarnar, sum hava gjørt langtíðarsemjuna um kriminalforsorgina.

Tað sigur Britt Bager úr Konservativa flokkinum, sum var við at gera langtíðarsemjuna.

Semjan gongur frá 2021 til 2025, og eingir pengar eru settir av til fongsul í Føroyum, hóast bæði Edmund Joensen og Sjúrður Skaale, føroyskir fólkatingsmenn, royndu at sleppa við í semjuna og at fáa pengar til nýtt fongsul.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, skrivaðu í gjár undir yvirlýsing um, at nýtt fongsul skal byggjast í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751