Rentuhækkingin í USA ávirkar ikki okkum

16.06.2022 - 18:00
InnlendisPengar
Rentuhækkingin í USA ávirkar ikki okkum
Rentan í Føroyum verður í síðsta enda ávirkað av Evropeiska Miðbankanum, sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur
Johnny í Grótinum er námslektari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tað fer ikki at merkjast um okkara leiðir, at amerikanski tjóðbankin hækkar vegleiðandi rentuna 0,75 prosentstig, ið er størsta hækkingin síðani 1994.

- Rentan her heima verður í síðsta enda ávirkað av Evropiska Miðbankanum. Tí skulu vit ikki rokna við prísvøkstri í Føroyum, hóast rentan er farin nógv upp í USA.

Tað sigur Johnny í Grótinum, námslektari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Amerikanski tjóðbankin sigur í fráboðan, at stóra rentuhækkingin í landinum er neyðug fyri at tálma prísvøksturin.

Tað er ikki bara í USA, at rentan nú fer upp.

Tjóðbankin í Bretlandi hevur í dag boðað frá, at rentan har hækkar 0,25 prosentstig upp í 1,25 prosent.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852