Eingin skylda at boða frá eftirlitsavgerðum

08.07.2022 - 11:26
Innlendis
Eingin skylda at boða frá eftirlitsavgerðum
Einasti mátin, sum ein brúkari kann vita, um ein matstova hevur verið stongd av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, er við at søkja um alment innlit.
Fyrr í ár var matstovan NO12 stongd av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Matstovan fylgdi boðunum og lat upp stutt eftir.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við umleið 200 veitarum av mati í Føroyum. Higartil í ár hevur eftirlitið verið á gátt hjá 43 veitarum. Av teimum eru tað fleiri, har eftirlitið hevur stongt virksemið á staðnum, tí mett hevur verið, at matvørutrygdin ikki er nøktandi.

Higartil í ár eru 5 til 6 matstøð stongd av vantandi matvørutrygd. Tað sigur Elma á Geilini Ortind, eftirlitsfólk á Matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

- Um vit hyggja leystliga eftir tí, so eru tað nokk um 5-6 støð, sum eru stongd á staðnum við boðum um, at tað ikki ber til at lata upp aftur, fyrr enn ávís viðurskifti eru fingin í rætt lag, sigur Elma á Geilini Ortind. 

Matstovur vera einans stongdar, tá matvørutrygdin er í vanda og ikki kann garanterast. Tað, at matvørutrygdin er í vanda, merkir, at maturin er dálkaður, ella at kundin kann gerast sjúkur av matinum, millum annað um reinføri er ov vánaligt. 

- Tað er eitt sera ógvusligt inntriv, og tað verður einans tikið, tá tað verður mett neyðugt, sigur Elma á Geilini Ortind. 

Men einasti mátin, sum ein brúkari kann vita, um ein matstova hevur verið stongd av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, er við at søkja um alment innlit.

- Úrslitini av eftirlitskanningunum verða ikki almannakunngjørd. Tað hava vit hvørki heimild ella skyldu til at gera, sigur Elma á Geilini Ortind. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373