Gongur striltrið at manna Herjólf

13.07.2022 - 16:22
Innlendis
Gongur striltrið at manna Herjólf
Tað gongst illa at fáa manning til maskinrúmið á avloysaraferjuni Herjólfi III, sum skal sigla á Suðuroyarleiðini í gott ár.

Tað gongst illa at fáa manning til maskinrúmið á íslendsku ferjuni Herjólfi III, sum skal sigla á Suðuroyarleiðini í gott ár. Herjólfur III skal avloysa Smyril, tá hann skal í dokk.

- Tað hevur ikki verið trupult sum so at manna brúnna og dekkið, men tað vísir seg at vera trupult at manna maskinrúmið, sigur virkandi stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Jóhan Petur Abrahamsen. 

Sambært Jóhan Petur Abrahamsen kemst hetta møguliga av, at ferð er komið á oljuvinnuna aftur, og at fleiri reiðaríir søkja eftir starvsfólki. Skattaviðurskiftini hjá almennu reiðaríunum spæla møguliga eisini inn, heldur hann.

- Eg haldi tað er ein samanseting av fleiri viðurskiftum. Millum annað eru skattaviðurskiftini hjá almennu reiðaríunum ikki tey somu sum hjá privatu reiðaríunum. Harumframt er talan um tíðaravmarkað starv, sigur Jóhan Petur Abrahamsen. 

Tá ið Smyril fer í dokk, fæst manning av Smyrli, men til ta tíð er støðan ivasom, sigur virkandi stjórin á Strandferðsluni.

- Vit mugu bara royna at søkja og troytta teir møguleikar, vit hava, men tað er sjálvsagt, at Herjólfur ikki kann sigla uttan manning, sigur Jóhan Petur Abrahamsen. 

Ætlanin var at fáa Herjólf III í sigling í hesum mánaðinum. Men hetta dregur møguliga út eitt vet, og virkandi stjórin vónar, at Herjólfur III er klárur til sigling síðst í hesum mánaðinum.

Hoyr samrøðu við Jóhan Petur Abramhamsen, virkandi stjóra í Strandferðsluni, í ljóðbrotinum omanfyri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571