Fleiri jarðskjálvtar í Íslandi

01.08.2022 - 14:59
Útheimurin
Fleiri jarðskjálvtar í Íslandi
Enn sæst eingin gosbræðing, og tí er ilt er at siga, um tað fer at goysa
Nógvir jarðskjálvtar hava verið í Íslandi seinastu tíðina. Skjálvtarnir í nátt vóru mátaðir upp í 5,4.
Mynd: Veðurstova Íslands.  

Fleiri jarðskjálvtar hava verið á Reykjanesi í Íslandi í nátt.

Skjálvtarnir vóru mátaðir til millum 4,1 upp í 5,4.

- Hetta eru skjálvtar, sum vit hava havt seinastu tvey árini, sigur Bergur Hermans Bergsson, sum starvast á íslendsku veðurstovuni.

Gosbræðing sæst ikki enn, og tí er ilt at siga, um tað fer at goysa.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687