- Tíðindi, mentan og ítróttur
HM-endapælið hjá kvinnunum hevur verið eitt vakurt jólaævintýr

Neyvleikin og eisini royndirnar manglaðu í avgerandi løtunum móti Íslandi í síðsta dystinum við hetta HM-endaspælið, sum endaði 30-33.
Verjuspælið var ikki eins brøskið og orkufylt, sum tað hevur verið í kappingini.
Í álopinum komu føroysku leikararnir til hópin av kjansum, men ov nógvir av teimum blivu brendir.
Brendu kjansirnir eru ársins jólatrøll, meðan HM-endaspælið hjá hondbóltskvinnunum hevur verið tað vakrarsta jólaævintýrið, ið vit kundu ímyndað okkum.
Treystar og geva ikki upp
Tað var tó nærmast eitt undur, at Føroyar yvirhøvur var í nærnámid av Íslandi, tá seinni hálvleikur varð bríkslaður ígongd.
Skaðin var í grundini hendur í fyrra hálvleiki, tá Ísland var munandi betri og eina løtu hótti við at leggja seg framum við sjey málum.
Men tær føroysku hondbóltskvinnurnar eru tó ómetaliga treystar og geva ongantíð upp, og tað gjørdu Jana, Súna, Pernille og hinir heldur ikki í kvøld.
Serliga ikki Annika Fríheim Petersen í málinum, ið hevur spælt nógv ár í Íslandi.
Tað sást á øllum brøgdum, at Annika ætlaði sær ikki at geva skarvin yvir móti íslendingum.
Veingjaskornir veingir
Tá íslendsku leikararnir brádliga komu í jólagávuhýr í seinna hálvleiki, og gjørdu hópin av tekniskum feilum, tóku tær føroysku ikki ímóti gávunum.
Serliga høgru veingirnir vóru veingjaskornir móti Íslandi. Lív Poulsen hevði tað trupult í fyrra hálvleiki og misnýtti ov nógvar møguleikar.
Tað gjørdi, at blaðunga Karin Egholm slapp at royna seg í seinna hálvleiki.
Stóralentið kom í góðar støður, men hennara atsøknir virkaði eitt sindur yvirgiraðar og óroyndar. Skotini niður í vøllin endaðu við at fara undir málverjan, men upp um sjálvt málið, tí vinkulin var ov lítil.
Á vinstra vongi var Rannvá Olsen hivegin stórspælandi við fimm málum.
Høgru veingirnir vóru tó á ongan hátt einsamallir um at brenna kjansir. Føroyski toppskjúttin í kappingini, Pernille Brandenborg, brendi eisini í avgerandi støðum, og tað gjørdu Maria Nólsoy, Jana Mittún, Súna Hansen og Marita Mortensen eisini.
Framtíðina fyri sær
Føroyska liðið hevur framtíðina fyri sær. Nógvir av leikarunum eru ungir, so tað er ikki síðstu ferð, at vit síggja Føroyar til eitt HM-endaspæl.
Størsta mótstøðan í kvøld kom kanska ikki frá Íslandi, men frá møðini, tí í løtuni liggur stór ábyrgd á sera fáum herum á føroyska liðnum.
Jana Mittún og Súna Hansen ganga á odda, men liðið hevur talentir, ið fara at taka størri ábyrgd, eitt nú Maria Nólsoy, Karin Egholm og Anna Elisabeth Weyhe.
Íslendingar mugu njóta sigurin í kvøld, tí næstu ferð eru okkara omaná.
Føroyar - Ísland 30-33 (14-16)
Westfalenhalle, Dortmund, Týskland
Súna Hansen 6 mál
Jana Mittún 6 mál
Rannvá Olsen 5 mál
Pernille Brandenborg 5 mál
Maria Weyhe 4 mál
Liv Sveinbjornsdottir Poulsen 2 mál
Karin Egholm 1 mál
Bjarta Johansen 1 mál
Marita Mortensen
Vár Zachariasen
Anna Elisabeth Weyhe
Maria Nólsoy
Elsa Egholm
Lív Zachariasen
























