Anni Højgaard er danmarkarmeistari í fríkaving

27.08.2022 - 18:00
ÍtrótturAnnar ítróttur
Anni Højgaard er danmarkarmeistari í fríkaving
Í gjár kavaði Anni Højgaard úr Saltangará niður á 21 metrar uttan fitjur og luft, í dag niður á 25 m. í fitjum, og harvið gjørdist hon danmarkarmeistari í fríkaving
Mynd: Privat mynd  
Anni Højgaard úr Saltangará er danmarkarmeistari í fríkaving

Anni Højgaard, ið er ættað úr Saltangará, er danmarkarmeistari í fríkaving, sum er kaving uttan luftfløskur.

Anni Højgaard gjørdist danmarkarmeistari, tá hon í kapping í Noregi í gjár kavaði niður á 21 metrar uttan fitjur, og í dag kavaði niður á 25 metrar við fitjum.

Tað var av tilvild, at Anni Højgaard byrjaði at íðka fríkaving uttan luftfløskur.

"Fyri tveimum árum síðani møtti eg einum dana, ið síðani bleiv sjeikurin hjá mær, og hann er millum teir allarbestu fríkavararnar í Danmark. Tað merkti, at skuldu vit síggjast, so mátti eg fara við honum til venjingar, og soleiðis bleiv eg eisini sjálv bitin av ítróttini," greiðir Anni Højgaard frá.

Hoyr samrøðuna við Anni Højgaard við at trýsta á startknøttin undir myndini.

Næsta stóra avbjóðingin í fríkaving hjá Anni Højgaard verður í næstum, tá hon skal kappast í oynni Amorgos, sum bleiv heimskend orsakað av fríkavara-filminum Big Blue hjá Luc Besson.

 

Her kavar Anni Højgaard niður á 21 metrar uttan fitjur og luftfløskur.

 

Her kavar Anni Højgaard niður á 25 metrar við fitjum, men uttan luftfløskur. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
Nýtt ljóð
201713
Hósdag 18. desember
Breddin: Fíggjarlógin og haldføri
201704
Hósdag 18. desember
Morgunlestur hósdagur 18.desember 2025
200537
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552