Bakkafrost: Einki plastútlát

03.09.2022 - 18:25
Innlendis
Bakkafrost: Einki plastútlát
Bakkafrost tekur í størsta álvara, at fólk, sum í hesum døgum taka havhest, finna biofiltur frá alivinnuni í magunum á havhestaungunum.
Stjórin á Bakkafrosti, Regin Jacobsen, sigur fyritøkuna taka tað í allarstørsta álvara, at biofiltur frá alivinnuni verða funnin í havhestamagum

Nógv plast – millum annað sokallað biofiltur – verður funnið í magunum á havhestaungum, sum verða tiknir nú um dagarnar. Men ikki øll, sum veiða havhestaungar, eru á einum máli um, hvussu nógv biofiltur er at finna í havhestamagunum.

Tað var í tíðindunum í gjár, at Tóri Simonsen úr Hvannasundi segði, at magarnir í nógvum nátum, sum verða tiknir í løtuni, er fullir av plasti. – Nógv av plastinum eru biofiltur sum stava frá alivinnuni, segði hann.

– Hetta er nakað, sum Bakkafrost tekur í størsta álvara, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sum sum síðstu dagarnar sjálvur hevur verið eftir havhestaungum, men uttan at renna seg í biofiltur í nøkrum havhestaunga.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457