Stýrisformaðurin á Setrinum: 30 mió. kr. er ein kærkomin byrjan

01.10.2022 - 18:12
InnlendisSamfelag
Stýrisformaðurin á Setrinum: 30 mió. kr. er ein kærkomin byrjan
30 mió. kr. er ein kærkomin byrjan, men fleiri hundrað mió. kr. skulu til aftrat, fyri at savna Setrið undir somu tekju, sigur Ólavur Ellefsen, stýrisformaður
Ólavur Ellefsen, stýrismaður
Mynd: Savnsmynd  

Næstu árini skulu brúkast 30 milliónir krónur um árið til at høvuðsumvæla gamla Venjingarskúlan í Havn til eitt universitetskampus til Fróðskaparsetrið.

Ætlanin er at landið yvirtekur ognarlutin hjá Tórshavnar Kommunu í Venjingarskúlanum móti, at kommunan yvirtekur partar av bygningunum, har Studentaskúlin í Hoydølum helt til, umframt partar av
lendinum á økinum.

Fróðskaparsetrið skal síðani stigvíst flyta úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum, soleiðis at alt virksemi er flutt úr Sjóvinnuhúsinum í seinasta lagi tann 31. desember 2024.

 

Fleiri hundrað mió. skulu til

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 eru játtaðar 30 milliónir til høvuðsumvælingina. 

30 mió kr um árið, næstu fimm árini, eru ein kærkomin byrjan, til at at umvæla gamla Venjingarskúlan og savna Fróðskaparsetur Føroya á Frælsinum.

Men fleiri hundrað milliónir aftrat skulu til, áðrenn alt Setrið kann samlast undir somu tekju, sigur Ólavur Ellefsen, stýrisformaður fyri Fróðskaparsetur Føroya.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097