Hákun West av Teigum hvørki váttar ella avsannar skiftið til Bundesliguna

25.10.2022 - 12:30
Innlendis
Hákun West av Teigum hvørki váttar ella avsannar skiftið til Bundesliguna
"Um eina viku kann eg vátta, um hatta er satt ella ikki," sigur Hákun West av Teigum, sum verður settur í samband við týska toppliðið í Bundesliguni í hondbólti, Füchse Berlin
Hákun West av Teigum,. ið sæst til vinstru á myndini, kann sambært danska TV2 Sport skjótt eisini fegnast um, at hann hevur skrivað sáttmála við oddaliðið í týsku Bundesliguni, Füchse Berlin
Mynd: Skanderborg Aarhus Hondbold á Facebook  

TV2 Sport veit at siga, at føroyski landsliðsvongurin í hondbólti, Hákun West av Teigum, skal loysa danska Hans Lindberg av í týska Füchse Berlin. 

Greitt er, at Hans Lindberg ikki fær nýggja sáttmála.

20 ára gamli Hákun West av Teigum kann ikki vátta ella avsanna tíðindini hjá TV2 Sportttt.

"Beint nú eru hatta bara leysasøgur hjá TV2, men um eina viku kann eg vátta, um hatta passar ella ikki," sigur Hákun West av Teigum, sum í løtuni er staddur í Makedonia, har hann í kvøld skal spæla dyst í Europa League við danska felagi sínum, Skanderborg Aarhus, móti HC Eurofarm Pelister.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360