Eygleiðari: Opið løgtingsval

bannari
12.11.2022 - 21:00
Innlendis›Politikkur
Eygleiðari: Opið løgtingsval
Ein samstarv millum Javnaðarflokkin og Sambansflokkin eftir løgtingsvalið kann bróta høgra/vinstra-blokkbpolitikkin, vit hava sæð seinastu árini, heldur eygleiðari
Ingsi Samuelsen, redaktørur á Blaðnum Vikuskiftið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Alt stendur opið.

Tað sigur Ingi Samuelsen, redaktørur á blaðnum Vikuskifti, í dag í sambandi við nýggju veljarakanninga, sum blaðið hevur kunngjørt í dag.

"Men tað er ikki óhugsandi, at blokkpolitikkurin, sum hevur dominerað føroyskan politikk seinastu árini, verður brotin, og at vit fáa vit eina samgongu millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin."

Kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri blaðið Vikuskifti, vísir, at Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur á tingi eftir løgtingsvalið 8. desember.

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 9 tingfólk, Sambandsflokkurin fær 7, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi fáa 6 í part, Miðflokkurin fær 3, og Framsókn fær 2. Sjálvstýri kemur ikki upp um tinggáttina hesaferð sambært kanningini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541