Hanus Kamban heiðurslimur

19.11.2022 - 18:33
ListBókmentir
Hanus Kamban heiðurslimur
Hanus Kamban, sum í summar rundaði tey 80 árini, men framvegis er virkin sum rithøvundur, er í dag kosin heiðurslimur í Rithøvundafelag Føroya.

Hetta hendi fyri løtu síðani í Norðurlandahúsinum, har Rithøvundafelagið skipaði fyri einum tiltaki til heiðurs fyri Hanus Kamban við samrøðu, heiðursrøðum og tónleiki.

Millum annað hevði Suni Merkistein samrøðu við Hanus Kamban, Halgir Winther Poulsen røddi um Hanus Kamban sum vin og menniskja, og Kári P. sang sangir við teksti eftir Hanus Kamban.

Hæddarpunktið hesa løtuna var, at høvundurin, sum fyri kortum kom út við nýggjari bók, varð kosin heiðurslimur í felagnum.

– Vit kenna Hanus sum framúrskarandi prosaist, poet, essayist, blaðkjakara, sangskrivara, týðara, ævisøguhøvund, ummælara, ritstjóra, útgevara og ikki minst sum trúgvan lim, siga tey í Rithøvundafelag Føroya.

Eisini vísa tey á, at hann altíð er stuðlandi við sínum áhuga fyri korunum hjá rithøvundum, og sínum eldhuga fyri at bøta um tey, og tí vildi felagið heiðra hann fyri tað stóra verk, hann hevur avrikað hesi meira enn 60 árini, hann hevur verið virkin í føroyskum mentanarlívi.

Hoyr samrøðu, vit gjørdu við Oddfríð Marna Rasmussen, nevndarlim í Rithøvundafelag Føroya, beint eftir heiðurstiltakið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360