Skuldi tað verða, skuldi tað verða nú

24.11.2022 - 10:28
ÍtrótturFótbóltur
Skuldi tað verða, skuldi tað verða nú
Jóannes Bjartalíð skrivaði í gjár undir við Fredrikstad BK í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, har Mikkjal Thomassen er venjari. Hetta var síðsta útkall, sigur miðvallarin
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
Jóannes Bjartalíð (t.h.) skal nú eins og Gilli Rólantsson spæla í norskum fótbólti

 Skuldi tað verða, skuldi tað verða nú.

Tað sigur føroyski landsliðsmiðvallarin, Jóannes Bjartalíð, eftir at skiftið úr KÍ til Fredrikstad BK var váttað í gjár.

Kanska besti spælarin hjá KÍ síðstu nógvu árini sigur, at hann hevur spælt sær við tankan um at royna seg uttanlands síðan í summar. Tá fyrrverandi KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, fekk starv í norska felagnum, sá Jóannes Bjartalíð møguleikan.

 - Tá Mikkjal fer til Fredrikstad, seti eg meg í samband við hann og spyrji, um tað er gjørligt hjá mær at koma við honum til Fredrikstad, greiddi Jóannes Bjartalíð frá.

Arbeitt hevur verið við skiftinum í nakrar vikur, og nú er Jóannes Bjartalíð Fredrikstad-spælari.


Tíðin búgvin

Talan er um ein gamlan dreym, sum nú verður veruleiki. Tá Jóannes Bjartalíð fekk sítt gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti í 2015, var áhugin uttanlands fyri vinstrabeinta miðvallaranum stórur, men tað varð ikki til meir enn onkra royndarvenjing.

 - Eg byrjaði sum eitt óløgi í bestu deildini, og varð ársins ungi spælari tvey tey fyrstu árini, og áhugin var har eftir, segði Jóannes Bjartalíð. 

 - At vita, at tú kanska hevur evnini til meir og at royna tað av uttanlands, hevur altíð fylt nógv hjá mær.

Síðstu tvey árini eru dreymarnir um yrkisfótbólt uttanlands komnir í aðru røð, men hetta kappingarárið hevur Jóannes Bjartalíð spælt framúr væl á suverena meistaraliðnum úr Klaksvík. Á landsliðnum hevur bóltsnillingurin eisini víst seg frá síni bestu síðu og var fyri kortum kosin ársins landsliðsspælari á gallakvøldi hjá Miðlahúsinum og FM1.

 - So hevur mann tikið onkrar avgerðir uttan fyri vøllin, sum gera, at eg eri meira klárur og búgvin sum persónur at taka kampin upp, sigur Jóannes Bjartalíð.

Miðvallarin hevur skrivað undir trý ára sáttmála við Fredrikstad, sum í løtuni er í næstbestu norsku deildini.

 - Eg ætli mær at bíta meg fastan á liðið - eg skal spæla, tað er eingin ivi um tað - og málið er at fáa felagið upp aftur í Elituseriuna, sigur Jóannes Bjartalíð.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Upp á tá - 121225
201455
Fríggjadag 12. desember
Vikuskiftið 12 des 2025
201447
Fríggjadag 12. desember
RagnarRokk: Louis Wittmann um Blood Is The Price
201420
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392