Atkvøður á smáum støðum ov sjónligar

bannari
10.12.2022 - 12:43
Innlendis
Atkvøður á smáum støðum ov sjónligar
Sofus Debes Johannesen heldur tað vera ein vansa, at atkvøður á smærru valstøðunum verða taldar upp fyri seg, tí tá kann tað vera sjónligt, hvat ein velur
Sofus Debes Johannesen

Ein, ið stóð fyri skotum eftir løgtingsvalið hóskvøldið, var gjáarmaðurin, Sofus Debes Johannesen, ið ongantíð hevur dult, at hann er javnaðarmaður.

Við Gjógv høvdu 18 fólk valrætt, men tá ið úrslitið varð kunngjørt, hevði Javnaðarflokkurin onga atkvøðu fingið.

Ein av teimum, ið fleiri ferðir hevur gjørt vart við trupulleikan við, at tað er ilt at greiða loyniliga atkvøðu á smáum valstøðum, er sambandstingmaðurin Helgi Abrahamsen.

Hann mælir til somu loysn, sum Sofus Debes Johannesen nevnir, at atkvøðurnar frá smærru valstøðunum verða taldar saman við atkvøðunum frá øðrum valstøðum.

Helgi Abrahamsen vónar, at hetta kundi verið eitt mál, ein nýggj landsstýrissamgonga fekk við í samgonguskjalið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987