- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útstykkingin á Fossum heldur fram

Tað loypti hvøkk á, tá tað leyp í Klaksvík fyri jól. Men hendingin ávirkar ikki ætlaninar um at útstykkja á Fossum.
Skriðulopið kann kortini fáa ávirkan á langtíðarætlaninar hjá kommununi, og eftir nýggjár skal eftirmeting við øllum viðkomandi pørtum gerast.
Borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, væntar kortini ikki, at hendingin fer at ávirka eftirspurningin eftir teimum 21 grundstykkjunum í 1. byggistigi.
- Tað kom sjálvandi sum ein øgiligur skelkur, og fólk stúra kanska eisini fyri at flyta niðan í hæddirnar. Men júst við útstykkingina á Fossum er ikki stórur vandi fyri slíkum. Har er ein slætti, og tað skuldi verið rímiliga trygt at fingið sær bústað har, sigur borgarstjórin.
Borgarstjórin viðgongur, at spurningurin um útstykking í Klakvík ikki er so einfaldur at svara, tí lendið gevur avbjóðingar.
- Tað er bratt upp til báðar síðir, og tá kann man næstan ongantíð kenna seg heilt tryggan. Hyggja vit aftur í tíð, so henda skalvalop og skriðulop, sigur Karl Johansen og leggur afturat, at á sløttum er mest sum einki lendi tøkt.
Slakar 10 milliónir eru settar av í 2023 til at gera 1. byggistig av útstykkingini liðugt. Tað fevnir um 21 grundstykki til sethús og øki til 13 randarhús.
Upprunaliga var ætlanin, at fremja 2. og 3.byggistig beint eftir 1. byggistið, men í november boðaði kommunan frá, at hesi verða útsett, tí kommunan ikki hevur fíggjarligt rásarúm til hetta.
Við hesum útsetir kommunan útreiðslur fyri 86 milliónir krónur.
Sí eisini