Koyra ov nógvan mat burtur

04.03.2023 - 18:40
Innlendis
Koyra ov nógvan mat burtur
55 prosent av húsarhaldsruskinum er matleivdir, vísir ein kanning, sum umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu hevur gjørt.

Í greiningini, sum SMJ gjørdi fyri Tórshavnar kommunu, sæst, at matleivdir vanliga liggja millum 40 og 50 prosent í Danmark og Tromsø í Norra, so nøgdirnar í Føroyum liggja nakað oman fyri hesi bæði støð. 

Kanningin varð gjørd í november 2022, har fimm prosent av vikuliga húsarhaldsburturkastinum bleiv greinað og býtt í átta ymsar bólkar. 

Bjørg Dam, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar býráð, sigur tað vera serliga áhugavert, at úrslitini frá skiljingini vísa, at býtið millum bólkarnir er nakað øðvísi enn tað, ið væntað varð at síggja, um samanborið verður við dátur úr øðrum londum. 

Samanborið við Danmark og Tromsø, er minni glas og metall í burturkastinum í Havn, samstundis sum nøgdin av papp og pappír eisini er nakað lægri enn í Tromsø.

– 28 kilo av pappi og pappíri er tó í meira lagi, tá ið hugsað verður um, at hetta hevur verið skilt frá vanliga húsarhaldsruskinum í skjótt 20 ár, sigur Bjørg Dam.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938