Málteigurin

Begynna og byrja eru bæði føroysk
27-03-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er

Begynna, byrja, snakka, tosa, betala, gjalda, forstanda, skilja og grína, flenna.

Føroyskt hevur eina ørgrynnu av líknandi dømum, og í dagsins sending umrøða vit tvey av teimum, tí lurtarar hava spurt um hesi orðini, og hvat er rættari á føroyskum.

- Eg havi einki ímóti orðum sum at begynna og at snakka. Tað týdningarmesta er, at vit varðveita fjølbroytni: nógv ymisk orð og orðingar, so vit hava okkurt at velja í, alt eftir samanhangi og stíllegu, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Eitt annað dømi er orðið, for, sum eisini eitur ov á føroyskum. Lurtari spyr, um mann kann brúka for í skriftmálinum.

Dømi: eg bleiv for seinur til bussin.

- Eg haldi meg bara hava sæð ov seinur upp á skrift, sigur lurtarin.

Elin Henriksen greiðir frá, at orðið, for, við merkingini ov /o:/ stendur í fø-fø, merkt talumál.

- Tað kann saktans nýtast í gerandis skriftmáli, men í formligum tekstum er framvegis betri at skriva ov, sigur hon.

Í sendingini verður tosað um purismu, herundir stavsetingar- og bendingarpurismu.

Vit hava eisini nógvar viðmerkingar til undanfarnu sendingar um millum annað talskipanina, snældur og um orð skulu skrivast í einum ella ikki.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023