Herbergið fyllir 25 ár í dag

01.04.2023 - 18:36
Innlendis
Herbergið fyllir 25 ár í dag
Herbergið hjá Frelsunarherinum í Havn, sum varð stovnað tann 1. apríl í 1998 við tilboðnum “ein song fyri náttina”, arbeiðir framvegis eftir sama leisti.
Herbergið hjá Frelsunarherinum í Havn fyllir 25 ár í dag
Mynd: Martin Kúrberg  

– Ein hin størsta broytingin hesi 25 árini, Herbergið hevur verið til, er tann, at tað eru alsamt yngri fólk, ið hava brúk fyri eini song frá okkum.

Tað sigur Bernhard Petersen, sum situr í stýrinum fyri Herbergið og hevur verið við líka frá byrjan í 1998.

Frelsunarherurin í Norra hevur verið dyggasti stuðulin av øllum hesi árini, tí Norra, Ísland og Føroyar eru partur av somu división.

– Vit høvdu einki megnað uttan tann stuðul og ta hjálp vit hava fingið úr Norra, men nú arbeiða vit fram ímóti, at vit skulu klára fíggingina av Herberginum sjálv, sigur Bernhard Petersen.

25 ára dagurin verður hildin næsta leygardag klokkan 14, tá ið samkoma verður á Herberginum við kaffi og lagkøku, og bæði núverandi og fyrrverandi leiðarar fara at siga frá.

Fyrsti leiðarin í 1998 var Niels Edvard Olsen, og leiðari í dag er Martin Kúrberg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025