Ov trupult at fáa føroyskt kjøt

15.04.2023 - 16:53
Innlendis›Vinna
Ov trupult at fáa føroyskt kjøt
Vit eta nógv kjøt, men tað er ov trupult at fáa fatur á føroyskum kjøti í Føroyum. Tað var semja um á ráðstevnu um matsjálvbjargni í dag

Vit hava nógvan seyð og eitt sindur av neytum. Men tað er ikki lætt hjá vanliga borgaranum at fáa hendur á føroyskum kjøti, og tí keypa vit útlendskt.

Maria Gunnleivsdóttir Hansen er umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni, og var ein av fyriskiparunum av ráðstevnuni um Burðardygt matsjálvbjargni í Føroyum, sum Umhvørvisstovan og Búnaðarstovan í felag skipaðu fyri, sum liður í einari norðulendskari verkætlan.

Bøndurnir eru samdir við sjónarmiðinum. Tað er ov trupult at fáa landbúnaðarvørur út til føroyska brúkaran. Sonja Dalsgaard Nolsøe er bóndi á Dúvugørðum í Saksun.

Fólk búgva ørðvísi nú enn fyrr, og tað hevur eisini broytt keypsmynstrið nógv. Fólk hava til dømis ikki longur sama møguleika at keypa stórar nøgdir niðurfyri. Hetta hevur eisini broytt gerandisdagin hjá Sonju Dalsgaard Nolsøe og teimum á Dúvugørðum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189