- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost vil aftur sleppa at keypa síni egnu partabrøv
Á aðalfundinum hjá Bakkafrost, sum verður 28. apríl, verður skotið upp, at nevndin í felagnum aftur fær heimild at keypa egin partabrøv.
Nevndin hevur havt hesa heimildina, men hon gekk út á aðalfundinum í 2022, og tískil er talan um, at nevndin skal fáa somu heimild aftur.
Til aðalfundin hjá Bakkafrosti skjýtur nevndin eisini upp, at vinningsbýtið upp á 10 krónur fyri hvørt partabræv verður goldið til partaeigarar, svarandi til eina samlaða upphædd upp á 591 mió. krónur.
Øll nevndin stendur fyri afturvali.
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur, at tað er ikki óvanligt, at fyritøkur keypa egin partabrøv, og tað hevur Bakkafrost eisini gjørt í fleiri førum. Og tað eru fleiri endamál við at kunna keypa egin partabrøv.
Eingin avmarking
Í gomlu heimildini, sum gekk út í 2022, var ein avmarking, sum segði, at nevndin kundi í mesta lagi keypa egin partabrøv, svarandi til 10% av samlaða partapeninginum.
Nevndin skjýtur upp, at hendan avmarkingin nú verður strikað.
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur, at avmarkingin uppá 10% var ein lógarkravdur partur av gomlu heimildini. Men tann lógin er ikki galdandi longur, og tí verður skotið upp, at avmarkingin verður tikin burtur í nýggju heimildini, sum aðalfundurin skal taka støðu til 28. apríl.
Sambært uppskotinum skal heimildin vera galdandi fram til vanliga ársaðalfundin í 2028.
Keyp av egnum partabrøvum skal fara fram til eitt kursvirði, sum svarar til almenna kursvirðið á virðisbrævamarknaðinum, men nevndin kann undir serligum umstøðum víkja frá almenna kursvirðinum við upp til 10%, verður sagt í uppskotinum.
Tak niður
Sí eisini