Skuldseta Svøríki og Finnland fyri eftirgerð í Eurovisiónskappingini

14.05.2023 - 18:23
InnlendisSamfelag
Skuldseta Svøríki og Finnland fyri eftirgerð í Eurovisiónskappingini
- Tað er rætt, at tey ljóða sera eins, sigur Jan-Olof Gullö, sum er professari í tónleika- og miðlaframleiðslu, við svenska kringvarpið, SVT, men ...

Fleiri sangir í Eurovisión-sangkappingini í ár verða skuldsettir fyri at vera eftirgerð, tað vil siga plagiat. Og tað er vorðin siðvenja, at slíkar skuldsetingar koma á hvørjum ári. 

Í ár verða tey, sum gjørdust nummar eitt og tvey í kappingini, løgd undir listastuldur.

- Tað er rætt, at tey ljóða sera eins, sigur Jan-Olof Gullö, sum er professari í tónleika- og miðlaframleiðslu, við svenska kringvarpið, SVT. Men sambært professaranum er ikki talan um stuldur her.

Svenska vinnaralagið Tattoo hjá Loreen verður samanborið við spanska lagið 'Flying Free' hjá Pont Aeri frá 1999. Her metir professarin, at ávísir partar í sanginum eru líka, men tað merkir tó ikki, at tað ER stuldur. 

- Lagsmiðirnir kunnu t.d. hava fingið sama hugskot um somu tíð, sigur Jan-Olof Gullö.

Og nú er at lurta væl eftir. Fyrsta lagið í innslagnum er tað svenska.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488