- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serfrøðingurin

At venja í ein heilan tíma er ikki altíð betri enn at venja í hálvan tíma.
Tað snýr seg um, hvussu tú venur, tá tú venur.
Magni Mohr er professari í fólkaheilsu og hevur stórt innlit í, hvussu ymiskir venjingarhættir ávirka okkum.
Sambært Magna Mohr er mikrovenjing áhugaverd, tí gransking vísir, at tað kann vera skilagott at venja í styttri tíð við høgum intensiteti heldur enn í longri tíð við lágum intensiteti.
- Intensitetur er lyklaorðið, sigur Magni Mohr.
Í Serfrøðinginum hesa ferð fortelur Magni Mohr um mikrovenjing, hvussu ein slík venjing kann síggja út, og hvørjir fyrimunirnir eru.

Serfrøðingurin
Serfrøðingurin er vikulig sending, har ljós verður varpað á eitt ávíst evni. Gesturin í sendingin hevur servitan á einum øki og greiðir frá hesum. Harafturat hava lurtarar møguleika at senda inn spurningar til serfrøðingin beinleiðis í sendingini. Nýggjur serfrøðingur er hvørja viku.











