Ólavsøkan verður aðalroyndin hjá nýggju Havnará

26.07.2023 - 12:40
InnlendisSamfelag
Ólavsøkan verður aðalroyndin hjá nýggju Havnará
Nýggja útgávan av Havnará sleppur veruliga at standa sína roynd á ólavsøku, heldur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráði
Nógv eru spent uppá, hvussu tað fer at rigga á ólavsøku við nýggju Havnará
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nýggja útgávan av Havnará, sum er komin á Vaglinum, sleppur veruliga at standa sína roynd á ólavsøku.

Ólavsøkuaftan er stór skrúðgonga við ítróttarfólkum og rossum, ólavsøkudag er kórsangur á Tinghúsvøllinum og ólavsøkukvøld tann stóri felagssangurin.

"Alt verður sum tað plagar, sjálvt um áin er komin, sigur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráð, Tróndur Sigurðsson.

Tróndur Sigurðsson vísir á, at nýggja Havnará ikki hevur tikið meira enn 15 fermetrar av Tinghúsvøllinum. 

Fyrsta stóra royndin hjá nýggju Havnará var leygardagin, tá hon bleiv tikin alment í nýtslu.

Aðalroyndin verður á ólavsøku. 

Nýggja, eftirgjørda áin er løgd oman á ta gomlu Havnará, og mong hava ført fram, at hetta er ein rættiliga dýr loysn, ið kostar nógvar milliónir.

Tróndur Sigurðsson vísir hinvegin á, at í veruleikanum vóru ikki aðrir møguleikar, tí tað hevði hvørki verið bíligari ella betri at grivið ta gomlu ánna framaftur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659