Framburðurin í høvuðsstaðnum kravdi, at Havnará skuldi lokast inn

Framburðurin í høvuðsstaðnum kravdi, at Havnará skuldi lokast inn
Havnará mátti lúta fyri bilum og betongi, og so bleiv brúkt sum grundgevingin fyri loka ánna inn, at hon luktaði illa. Men tað tí at fólk brúktu ánna sum kloakk 
Vaglið/Havnará
Mynd: Eyvindur Mohr, 1952  
 
25.06.2025 - 20:00

Skrivað og lisið upp: 
Tráin Petursson Nónklett, PhD-lesandi í søgu á Søgu- og samfelagsdeildeini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

1695841

 

Tey seinastu árini hevur Havnará fleiri ferðir verið á dagsskránni í Havn.

Tað nýggja er, at ein vatnbyrging er gjørd, sum skal minna um Havnará.

Men áin hevur eina langa søgu, sum sigur nógv um, hvussu Havnin er broytt. 

 

Matar- og tváttá

Fram til 1898 tóku havnafólk vatn úr ánni og vaskaðu klæðir, fisk og annað í henni.

Áin var tað, sum eitur matará og tváttá. Matará er áin, har fólk tóku drekkivatn úr, meðan tváttá er áin, har sum fólk vaska í.  

Ein embætismaðurin setti eina reglugerð í verk í 1830, sum ásetti eitt mark, soleiðis at vatn varð tikið omanfyri í ánni, meðan vaskað varð niðanfyri.

Mett varð, at alt ikki skuldi fara fram um somu leið. 


Fólk við og í Havnará niðri við Áarvegnum áleið har sum Hotel Hafnia er í dag
 

Nýggja vatveiting í 1898

Í 1860-árunum varð ein nýggj vatnbyrging gjørd í ánni – áleið har sum Vaglið í dag er.

Sama prinsipp var galdandi: drekkivatn omanfyri, vasking niðanfyri.

Men í seinnu hálvu av 1800-talinum hildu nógv havnafólk, at áin var dálkað, m.a. orsaka av nógvum flogfenaði í ánni. 

Aftaná fólksligt trýst fingu havnafólk í 1898 eina nýggja vatnveiting, sum kom frá øðrum vatnkeldum. 

 

Havnará bleiv ein kloakk

Árini eftir fóru havnafólk í størri mun at nýta ánna sum frárensl – sum eina kloakk, har spillvatn og annað burturkast varð koyrt í.

Hetta skapti óhumsku og ringan lukt – serliga um summarið, tá ið tað regnaði lítið. 

Í 1920-árunum komu teir fyrstu bilarnir til Havnar.

Fólk ynsktu sær nýggjar vegir, og ein avleiðing var, at Havnará varð lokað ymsastaðni.

 

Framburðurin kravdi tað

Í fyrstu atløgu niðri við í Ósanum og Sandinum og so longur og longur niðan.

Hetta hendi frá seinast í 1920-árunum og nógv áratíggju fram. 

Summi lótu illa at, tí at tey vóru góð við ánna, men sum heild var undirtøka fyri at loka part av henni.

Sjálvi ‘framburðurin’ kravdi tað – ella soleiðis var tað í hvussu so er lagt fram í samtíðini. Og so mátti náttúran lúta fyri bilum og betongi. 

Orsøkin var bæði, at hon luktaði illa og fólk ynsktu vegir. 

 

Droymdu um at lata ánna uppaftur

Og so skuldi man trúð, at søgan var liðug: Áin var fyri ein part lokað.

Men hon luktaði framvegis illa í nógv ár afturat, tí kloakkskipanin varð ikki fingin í rættlag. 

So hendi eisini tað, at fólk frá seinast í 1970-árunum fóru at droyma og tosa um at lata ánna uppaftur, har hon fyrr rann við Vaglinum og Áarvegnum ella at partvís endurlíkna ánna. 

Gunnar Hoydal, býararkitektur, gjørdi eitt uppskot í 1984 og aftur seinni, sum tó ikki vórðu framd tá. 

 

Eftirlíkningur gjørdur

Men fyri kortum varð ein líknandi ætlan gjørd liðug, og ein vatnbyrging er nú á Vaglinum, sum skal minna um gomlu Havnará. 

Sum ein lítil viðmerking kann skoytast uppí, at har veruliga áin rennur í Viðarlundini eru skeltir, sum mæla frá at spæla í ánni, tí at hon er dálkað.

Og soleiðis gongur ymiskt aftur í søguni. 

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Tráin Petursson Nónklett er PhD-lesandi í søgu á Søgu- og samfelagsdeildeini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er áhugaður í sínámillum ávirkanina millum menniskju og alt kring okkum í einum søguligum sjónarhorni. Í sínar PhD-verkætlanin kannar Tráin vitanina um fiskanøgd og ovurfisking í Føroyum í tíðarskeiðinum frá 1950 til 1977. Tráin kannar eisini, um vitanin um fiskanøgd og ovurfisking er yvirførd til ítøkiligan politikk á økinum, eitt nú reglugerðir.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066