Størri sambýli og búfelagsskapir ávirkar trivnaðin

31.07.2023 - 20:14
Innlendis›Samfelag
Størri sambýli og búfelagsskapir ávirkar trivnaðin
- Rákið, at byggja størri sambýli og búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi, fer at ávirka trivnaðin hjá teimum, sum skulu búgva á stovnunum, heldur forkvinnan í Javna
Fía Petersen, forkvinna í Javna

Í alt vóru 192 fólk úr øllum málbólkum á bíðilista hjá Almannaverkinum við ársenda í 2021.

Landsstýriskvinnan í Almanna- og mentamálum sigur soleiðis um ætlanirnar næstu tíggju árini:

- Bygningarnir skulu koma í staðin fyri núverandi stovnar, ið eru smáir, ótíðarhóskandi og í vánaligum standi, umframt at útvega fleiri búpláss, umlættingarpláss og frítíðartilboð, stendur um ætlanirnar í ískoytinum til løgmansrøðuna.

Forkvinnan í Javna leggur dent á, at gransking sigur tað ganga út yvir trivnaðin hjá fólki, at savna alsamt fleiri fólk saman á hendan hátt.

Hon vísir á kanning, sum danska sosialministeriið hevur latið gjørt um søguliga vánaligu stovnarnar í Danmark. Stovnar, har eisini føroyingar við breki vórðu sendir.

 

Sparingar kunnu koma aftur um brekku

Hon sær ein vanda við stóru stovnunum. Man byggir størri, tí roknað verður við at spara starvsfólk. Men hetta kann koma okkum aftur um brekku, heldur hon.

Fía Petersen harmast um, at fyri hvønn nýggjan stovn letur tann gamli aftur.

Forkvinnan í Javna saknar, at felagið er meiri við í tilgongdum, tá tað snýr seg um nýbygging av stovnum, sum fevnir um teirra brúkarar.

Eitt dømi um, at Javni kundi verið meiri við í tilgongdini er til verkætlanin við nýggja sambýlinum á Mýrini.

Felagið var væl við heilt í byrjanini, men aftaná tað vóru tveir fundir, har torført var at síggja, júst hvussu endaliga úrslitið fór at vera.

Og tá bygningurin stóð klárur máttu broytingar gerast.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096