Tveir bústaðir tódna niður í ein til 18 búfólk

09.10.2020 - 13:49
InnlendisPolitikkur
Tveir bústaðir tódna niður í ein til 18 búfólk
Landsstýrskvinnan í almannamálum skjýtur nú upp at broyta lógina, sum varð samtykt í 2018
Fía Petersen, dagligur leiðari í Javna, harmast um, at byggiætlanin verður broytt

Tað er stórt afturstig, nú bara ein vardur bústaður verður bygdur til 18 fólk, og ikki tveir til 36 fólk, sum annars stóð í løgtingslógin frá 2018.

Tað sigur Fía Petersen, dagligur leiðari í Javna.

Í 2018 samtykti løgtingið at heimila landsstýrismanninum at byggja tveir vardar bústaðir í Havn til 36 fólk við menningartarni. Annað heimið skuldi byggjast á Mýrini, og tosað hevur verið um at byggja hitt í Dýrindalsgøtu í Hoyvík.

Men síðani er lítið hent í málinum.

Broytir lógina

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2021 og 2022 eru pengar bara settir av til ein vardan bústað í Havn, og nú hevur landsstýriskvinnan við almannamálum sent eitt uppskot til hoyringar um at broyta løgtingslógina frá 2018.

Broytingin hevur við sær, at í staðin fyri tveir, verður bara ein vardur bústaður bygdur, og at tær 58 milliónirnar krónurnar , sum vóru játtaðar, verða skornar niður í 47 milliónir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429