- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlanirnar hjá løgmanni og landsstýri undir luppinum
Í dag hevur løgtingið viðgjørt frágreiðingina, sum løgmaður gav løgtinginum ólavsøkudag.
Tingfundurin byrjaði klokkan 10 fyrrapartin.
Fíggingin av øllum tí, sum varð nevnt í ólavsøkurøðuni hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, hevur verið høvuðsevnið.
Løgmaður lovaði á ólavsøku, at fíggingin finst til øll lyftini í ólavsøkurøðu síni.
Bárður á Stein Nielsen, formaður í Sambandsflokkin, hevði at løgmanni, fyri at hava givið Høgna Hoydal og Tjóðveldi buktina og báðar endarnar í samgongusamstarvinum.
Eitt nú skal ríkisveitingin skerjast, og so ræður Høgni Hoydal einsamallur uttanríkispolitiskaøkinum, har hann setir trygdina í Føroyum í vanda, tvíhelt fyrrverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, um.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, vísir hesum staðiliga aftur.
Hoyr samrøðuna sum Rebekka Manuela Behrens hevði við Aksel V. Johannesen, løgmann, í tíðindunum á døgurða.
Sí eisini