Matvørufrøðingur: "Einki hent innan føroyska matvørumenning í 30 ár"

16.08.2023 - 20:00
Innlendis›Vinna
Matvørufrøðingur: "Einki hent innan føroyska matvørumenning í 30 ár"
Føroyingar eru millum heimins bestu til at veiða fisk, men millum heimsins ringastu at menna matvørur úr fiski, heldur Janet Fríða Johannesen, matvørufrøðingur

Í sambandi við fiskivinnutingið í Klaksvík í kvøld kemur Janet Fríða Johannesen, sum er matvøru- og leiðslufrøðingur, við einum íkasti til kjakið um at menna fiskivinnuframleiðsluna.

"Føroyingar hava, alt eg kann minnast, havt stórar dreymar innan fiskiveiðu og vilja verið best í heiminum, og sigast má, at føroyingar eru millum teir bestu í heiminum til at veiða fiskin," staðfestir hon. 

"Tíverri stendur ikki líka til, tá ræður um at menna matvøruvinnuna innan fiskivørur, og lítið og einki er hent seinastu 30 árini."

 

Mist eitt fleirfaldað milliardavirði

Síðani Janet Fríða Johannesen kom til Føroyar eftir loknað útbúgving fyri 30 árum síðani við einum dreymi um, at Føroyar skuldu verða millum tey bestu í heiminum til at tilvirka vørur burðardygt úr okkara sjótilfeingi, hevur so gott sum eingin nýskapan verið innan hetta øki.

"Høvdu vit í Føroyum sett matvørur á breddan fyri 30 árum síðani, høvdu vit í dag havt eitt útflutningsvirði upp á eina fleirfaldaða milliardaupphædd, umframt eina vørutekniska vitan um okkara sjótilfeingi, sum var millum tað bestu í heiminum," vísir hon á. 

"Men skulu føroyingar virðisøkja fiskatilfeingið meira og fáa sum mest burturúr, mugu politikarar droyma stórt og vilja verða millum tey bestu í heiminum til at virðisøkja fiskatilfeingið burðardygt. Tað at verða millum tey bestu í heiminum innan hetta øki, er ein landsuppgávu og her krevst eitt gott undirstøðukervi fyri at framleiða altjóða burðardyggar matvørur."

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040