KÍ skal helst niður til krígsherjaða økið at spæla

16.08.2023 - 12:40
ÍtrótturFótbóltur
KÍ skal helst niður til krígsherjaða økið at spæla
Tummas Lervig, formaður í KÍ, vil hava trygd fyri, at KÍ-leikararnir og -starvsfólkini eru trygg, um KÍ skal niður til Tiraspol við ukrainska markið at spæla móti Sheriff
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Mynd: Ritzau / Scanpix  
KÍ skal niður til krígsherjaða økið at spæla Play Off-dyst til Europa League

Hóast KÍ fall við æru í strembanini at koma í Champions League-endaspælið, so hevur KÍ hóast alt vunnið sær rættin at spæla ein endadyst - Play Off-dyst - um at koma í Europa League-endaspælið. 

Tann dysturin verður eftir øllum at døma móti FC Sheriff Tiraspol. 

FC Sheriff Tiraspol er heimahoyrandi í Tiraspol, ið er høvuðsstaður í sonevnda útbrótaralýðveldinum Transnistria, sum liggur millum Ukraina og Moldova.

Hetta er ein pro-russiskur landspartur í Moldova, sum í 1990 lýsti seg sum sjálvstøðugt lýðveldi, men enn hevur einki ST-limaland viðurkent Transnistria sum sjálvstøðuga tjóð.

Tiraspol liggur beint við markið til Ukraina, og frá Tiraspol til Odessa, sum javnan verður álopin av Russlandi, eru bara góðir 100 kilometrar.


Soleiðis sá út í Odessa, tá danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkismálaráðharri, og danski varaforsætis- og verjumálaráðharri Jakob Elleman-Jensen vitjaðu í Odessa í januar (mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Mæla frá ferðing til Transnistria

Bæði norskir og svenskir myndugleikar mæla frá allari óneyðugari ferðing til Transnistria.

Eftir russisku innrásina í Ukraina í fjør fekk Sheriff Tiraspol bann fyri at spæla sínar altjóða heimadystir í Tiraspol.

Í staðin mátti liðið spæla sínar heimadystir í moldovska høvuðsstaðnum Kisinau.

Tað bannið er ikki galdandi í ár.

 

KÍ-formaðurin vil hava vissu fyri trygd

Eftir ætlan møtast KÍ og Sheriff Tiraspol í Føroyum hósdagin 24. august, og returdysturin verður í Tiraspol 31. august. Ella verður hann tað?

Eitt er spurningurin, um dysturin í Moldova verður fluttur, men tað er eisini komið fram, at moldovska liðið kann fáa trupulleikar við at fáa innferðarloyvi við so stuttum skotbrái.

Tí hevur møguleikin fyri at býta um eisini verið nevndur, so KÍ spælir fyrra dystin á útivølli.

Tummas Lervig er formaður í KÍ vil hava trygd fyri, at KÍ-leikararnir og -starvsfólkini eru trygg. 

Sigast skal, at tað er ikki heilt vist enn, at Sheriff Tiraspol verður næsta mótstøðuliðið hjá KÍ.

Sheriff skal fyrst spæla móti hvítarussiska liðnum BATE Borisov um at koma víðari í kappingini. Men Sheriff vann fyrra dystin teirra millum 5-1, so BATE Borisov skal vinna við í minsta lagi fýra málum, tá liðini møtast aftur í annaðkvøld.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112