NSÍ níggju fingrar á steypinum

NSÍ níggju fingrar á steypinum
Um NSÍ fær stig ella KÍ ikki vinnur, verða runavíkingar føroyameistarar fyri aðru ferð og fyrstu ferð síðan søguliga meistaraheitið í 2007
Petur Knudsen og hinir í NSÍ eru sera nær við at endurtaka bragdið hjá 07-árganginum
Mynd: Leit/Finnur Justinussen  
 
25.10.2026 - 11:06

Spenningurin í Runavík man vera øgiligur, tí í dag kann mansliðið hjá NSÍ tryggja sær sítt annað meistaraheitið og hitt fyrsta í 19 ár. 

Treytirnar eru einfaldar; um runavíkingar fáa stig á heimavølli ímóti HB, er gullið innanborða. Vinnur KÍ ikki á B36 í Havn er NSÍ meistari, sama hvat hendir við Løkin.

Tí NSÍ er seks stig frammanfyri KÍ, nú bert tvey umfør eru at spæla.

Eftir sigurin í 07 Vestur í nógva vindinum seinasta vikuskifti gjørdi Aron Knudsen greitt, at tað er í dag, teir ætla sær gullið. Eydnast tað ikki, fellur avgerðin í grannauppgerðini á Svangaskarði í síðsta umfari, og har kann alt henda óansæð fyritreytirnar frammanundan.

 


Jákup Biskopstø og hinir í bláum hava ikki havt eitt gott kappingarár, og KÍ-liðskiparin ynskti NSÍ til lukku við gullinum síðsta vikuskifti. (Mynd: Leit/Finnur Justinussen)
 

B68 skal vinna

Á pappírinum hava toftamenn eisini eina einfalda uppgávu í dag, tá teir vitja 07 Vestur í botnuppgerð á Dungasandi. Vinna teir ikki, er niðurflytingin endaliga staðfest, men 07 Vestur, sum eisini liggur til niðurflyting, vil gera alt fyri at vinna framman fyri egnum viðhaldsfólkum.

Eydnast tað hinvegin at fáa øll stigini, kann B68 framvegis bjarga sær ímóti NSÍ í síðsta umfari, um onnur úrslit í dag fella til teirra fyrimun. 

Toftamenn eru hepnir í so máta, tí Skála og AB, sum bæði eru fýra stig frammanfyri B68 á ávíkavist 7. og 8. plássi spæla ímóti hvørjum øðrum undir Mýruhjalla á Skála.

EB/Streymur, sum nærum hevur bjargað sær, vitjar Víking í 5. dystinum hetta umfari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308